H71-KÍF 33-22 (17-9)
Tað var sjáldan nakar ivi um, hvør skuldi vinna dystin í Hoyvík í dag.
H71 byrjaði tíðliga at draga frá KÍF, sum ongan tíð av álvara fekk fótin fyri seg í dystinum. Stutt fyri leiklolk var munurin heili 30-16, og so hjálpti lítið, at tað vóru kollfirðingar, sum fingu flestu málini seinastu løtuna.
Fyri H71 skeyt Janus Sørensen 8 mál. Damir Oros skoraði 5 mál fyri KÍF.