Tað var eingin slingur í valsinum hjá heimaliðnum, tá ið ÍF í dag hevði vitjan av SÍ.
Fuglfirðingar vunnu 6-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-0. Málini í 1. hálvleiki skoraðu Nenad Saric og Bartal Eliasen.
Beinanvegin eftir steðgin økti Nenad Saric til 3-0. Bartal Eliasen økti við brotssparki til 4-0, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Lítla løtu seinni økti Elvan Taser til 5-0, og í yvirtíðini staðfesti Atli Petersen rimmar heimasigurin, sum ber við sær, at ÍF eftir fimm umfør hevur tíggju stig.