Felagið, FC Amager, har Todi Jónsson er stjóri var á útivølli norðuri í Roskilde í dag. Dysturin endaði við 4-0 stórsigri til amagerkanarnir. Morten Nielsen legði FC Amager á odda longu eftir 2 minuttirs spæl. Í 18. minutti økti Anders Jochumsen til 2-0.
2. hálvleikur var ikki gamal, fyrr enn Morten Juul Hansen hevði økt til 3-0. Eitt lítið korter fyri leiklok staðfesti Thomas Myssing sigurin við fjórða málinum hjá FC Amager. FC Amager hevur nú 5 stig.










