Sunset-kappingin
VB gjørdi eitt gott hál um vikuskiftið. Leygardagin var Tjaldur á vitjan í Vági, og sunnudagin vitjaði Søljan. Í báðum førum vunnu føroyameistararnir ein tryggan sigur.
Daiva í serflokki
Eins og í dystinum leygardagin, so vísti dysturin sunnudagin, at litaviski stórskjúttin hjá VB, Daiva Tomaite, er í einum flokki fyri seg. At Daiva nú hevur fingið landsliðsboð úr Litava, man neyvan verða meira, enn hvat hon hevur uppiborið. Vikuskifti eftir vikuskifti vísir hon sínar dygdir í hallum kring landið, og bara í teimum báðum dystunum, sum VB leikti um vikuskiftið, skeyt hon ikki færri enn 25 mál tilsamans.
Í dystinum sunnudagin fylgdi Søljan við VB fyrsta korterið, men so var liðugt. Heimaliðið rann gestirnar um koll restina av dystinum, og trúfastu áskoðararnir hjá meistarunum vóru vitni til eina veruliga avsmyrjing.
VB-Søljan 33-13(15-6)
VB: Daiva Tomaite 12(4), Rannvá Augustinussen 5, Sváva Vestergaard 5, Laila Jespersen 4, Marina Zylko 4(2), Christina Holm 2, Margreth Augustinussen 1
Søljan: Fía Selma Nielsen 3(1), Hertha Simonsen 3, Heidi Maria Akselsen 2(1), Jana Jacobsen 2, Arnleyg Haraldsen 1(1), Louisa Niclasen 1, Sólja Jóanisdóttir 1(1)
Brotskøst: VB 8(6), Søljan 8(4)
Útvísingar: VB 1, Søljan 5
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen










