Hans Pauli Samuelsen legði heimaliðið á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, meðan Bárður Olsen og Levi Hanssen syrgdu fyri, at EB/Streymur slapp til hálvleiks við einari tryggari 3-0 leiðslu.
Í seinna hálvleiki var EB/Streymur betra liðið, og teir fingu eitt mál afturat á talvuna. Hetta málið átti Bárður Olsen, sum harvið fekk tvey mál í dystinum.
EB/Streymur - KÍ 4-0 (3-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen
2-0: Bárður Olsen
3-0: Levi Hanssen
4-0: Bárður Olsen










