Miðvingar komu suður í morgun, og fáur mundi vænta, at teir skuldu hava nakran kjans móti einum TB-liði, ið fyri kortum bangaði VB heili 5-2 í venjingardysti.
Ikki er skilagott at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin, plagar man at siga. Og kanska hevur TB tikið ov lætt uppá uppgávuna í dag. Hvussu er og ikki, so gekk onki serliga hjá tvørámonnum í fyrsta háqlvleiki. Hóast fáar málmøguleikar í nógva vindinum, so hevði TB kanska teir vandamestu. Hálvleiksstøðan var tó 0-0.
MB megnaðu í øðrum hálvleiki, hvat TB ikki megnaði í fyrsta. Teir fingu eitt mál alt fyri eitt, og hevur tað ikki eydnast okkum at fingið málskjúttan við.
Nógvi vindurin hevði kanska sín leiklut í málinum, ið var skotið frá miðjum vølli.
TB fall ikki í fátt, og trýstið øktist á MB málið, ið vardu manniliga. Um miðjan hálvleik eydnaðist tað so Bárði Dimon at javna, eftir at málverjin hevði boksað bóltin beint á pannuna á Bárði.
1-1 var eisini støðan tá 90 minuttir.
Í longdu leiktíðini var ongantíð nakar ivi, um hvør var besta liðið. TB legði alt fyri eitt eitt høgt trýst, og Bárður kundi um miðjan hálvleikin økja til 2-1 til heimaliðið. Beint eftir hetta fekk Tórður Mortensen sítt seinna gula kort, og TB noyddust at spæla við 10 monnum restina av dystinum. Hetta nervaði tó ikki, og troyttu beinini hjá MB tóktust bukka undan, tí næstu løtuna skoraði TB fýra mál afturat. Popczynsky 2, Aaron Sørensen og Dan Mortensen
Í næsta umfari skal TB spæla móti vinnaranum av dystinum millum ÍF og HB