FÓTBÓLTUR
Liverpool spældi á heimavølli um vikuskiftið í fimta umfari av FA-Cup steypakappingini í Onglandi, og Barnsley vóru teir vitjandi, og heilt óvæntað javnaðu teir í øðrum hálvleiki, eftir at Dirk Kuyt hevði lagt heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki.
Eitt, ið var enn meira yvirraskandi, var tað, ið hendi móti dystarenda. Tíðin vísti 93 minuttir á klokkuni, men tó megnaði Barnsley leikarin Brian Howard at skora óvæntaða vinnandi málið fyri gestirnar. Liverpool høvdu heili 31 málroyndir, men bert tað einu ferðina eydnaðist at fáa bóltin í netmeskarnar.
Úrslitið gjørdist sostatt 2-1, og Liverpool eru nú úti av ársins FA-Cup kapping
Aðrastaðni vann Chelsea 3-1 móti Huddersfield, og Coventry fingu avsmurning á heimavølli móti West Bromwich Albions.
Málríkur stórdystur
Stórdysturin í fimta umfari av FA-Cup var á Old Trafford, har kappingarneytarnar í oddinum av Premier League, Manchester United og Arsenal, brustu saman. Heilt óvæntað høvdu United ongar trupuleikar við at vinna dystin, meðan Arsenal nærum ikki fekk ein fót til jørðina.
Javnt eina løtu
Í fyrra hálvleiki var tað bara fyrstu løtuna, ið Arsenal vóru við í dystinum, og tá so United vunnu sær leikliga yvirvág, og byrjaðu at kombinera frammi á vøllinum, vórðu teir skjótt vandamiklir, og ikki gekk heldur long tíð, so var mál.
Afturvendi áloyparin Wayne Rooney legði heimaliðið á odda eftir 16 minuttum, og longu tá 33 minuttir vóru spældir, var støðan 3-0, og dysturin var í roynd og vera avgjørdur. Hálvleiksstøðan varð eisini 3-0, og í øðrum hálvleiki kom eitt mál afturat, tað fall eisini í lut hjá »Reyðu Djevlunum« úr Manchester.
Rooney er afturkomin
Tá ið eitt korter var farið, legði afturvendi Wayne Rooney heimaliðið á odda, eftir at hann skallaði bóltin í netmeskurnar, úr stuttari fjarstøðu. Bara fýra minuttir seinni var aftur mál. Darren Fletcher skallaði bóltin mótvegis málinum eftir eitt gott innlegg úr vinstru síðu, og umvegis høvdið hjá William Gallas endaði bólturin í netinum til 2-0.
Sjey minuttir fyri hálvleik eydnaðist tað Nani at økja til 3-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Trýstið helt á
United byrjaði við sama trýsti í seinna hálvleiki, og Emmanuel Eboué gjørdi ikki tingini lættari hjá Arsenal, tá ið hann í 49. minutti fekk reytt kort fyri eina vitleysa stempling móti Patrice Evra. Eftir hetta fall leikferðin nakað, og tá ið 70 minuttir vóru spældir, hevði Arsene Wenger fingið nokk, hann framdi eina trífalda útskifting.
Útskiftingarnar gjørdu tó lítlan og ongan mun, tí bara fýra minuttir eftir hetta stútaði Darren Fletcher bóltin í netmeskurnar til 4-0, ið skuldi vísa seg at verða endaliga úrslitið.
Manchester United er nú trygt í kvartfinaluni í FA Cup, og teimum á baki koma lið sum Barnsley, Bristol Rovers, Cardiff City, Chelsea, Portsmouth og West Bromwich Albions.
Sheffield United og Middelsbrough spældu málleysan javnleik, og tí skulu tey bæði dystast av nýggjum.
---
Fakta
Úrslitini í FA-Cup
Bristol Rovers-Southampton 1-0 (Rickie Lambert)
Cardiff-Wolverhampton 2-0 (Whittingham, Hasselbaink)
Chelsea-Huddersfield 3-1 (Lampard 2, Kalou - Collins)
Coventry-W.B.A. 0-5 (Brunt, Bednar 2, Miller, Gera)
Liverpool-Barnsley 1-2 (Kuyt – Foster, Howard)
Manchester United-Arsenal 4-0 (Rooney, Fletcher 2, Nani)
Preston North End-Portsmouth 0-1 (Darren Carter (s.m.))
Sheffield Utd.-Middlesbrough 0-0 (Ongi mál)









