TB smurdi tíðliga seinnapartin næstbesta liðið hjá B36 av á Sevmýri. Úrslitið var 7-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 6-0. Longu tá ið átta minuttir vóru farnir, var støðan 3-0.
B36 hevði eitt skot á TB málið allar 90 minuttirnar!
Olivur Abrahamsen var stóri málskjúttin hjá TB. Hann skoraði fýra mál - tvey tey fyrstu málini og tvey tey síðstu. Dan Mortensen skoraði til 3-0, Gunleif Olsen til 4-0 og Sasa Jovanovic skoraði til 5-0.
TB hevur gjørt rættuligt hál seinastu vikuna. Síðsta leygardag var TB í Gundadali og spældi útsetta dystin ímóti B36. Eisini ta ferðina vann TB. Tá var úrslitið 2-1.