Stórsigur í Sarpugerði

Fyrsti dysturin í 3. umfari í landskappingini er í kvøld spældur í Sarpugerði, har 07 Vestur hevur vitjað Víking.

Heimaliðið vann trivaligan 6-2 sigur. Harvið er Víkingur oddalið - í hvussu so er inntil sunnudagin - og 07 Vestur bíðar framvegis eftir fyrsta stignum.

07 Vestur svaraði tvær ferðir aftur, eftir at heimaliðið hevði verið frammanfyri 3-0. Men talan gjørdist ikki um spenning, tí Víkingur skoraði síðsta korterið trý mál.

- Vit eru væl nøgdir. Kanska fóru vit ov langt aftur í eina løtu, men vit settu okkum aftur á spælið. Tað hekk ikki altíð so væl saman, men eg rokni við, at tað fer at verða betri, segði Víkinga miðverjin Niclas Niclasen.

Rúni Nolsøe var fyri fyrstu ferð á 07 Vestur miðvøllinum:

- Eg taki ein dyst í senn, so vit fáa at síggja, hvussu tað verður. Vit brúktu nógva orku at koma fyri okkum, eftir at teir høvdu skorað tríggjar ferðir. Tað eydnaðist, men tað kostaði, og tað sást síðstu løtuna, tá ið teir høvdu meiri orku.

 

1-0: Finnur Justinussen

2-0: Hans Jørgen Djurhuus

3-0: Súni Olsen

3-1: Milan Pejcic 37.

3-2: Tór-Ingar Akselsen

4-2: Andreas Lava Olsen

5-2: Andreas Lava Olsen

6-2: Áslakur R. Petersen

Dómari: Bárður Mortensen

Víkingur: Geza Turi ? Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen ? Andreas Lava Olsen, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar (Bárður Hansen), Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus (Magnus Skoralíð) ? Finnur Justinussen (Áslakur R. Petersen)

Gult kort: Sølvi Vatnhamar

 

07 Vestur: Trygvi Askham ? Gunnar Haraldsen, Torkil Kollsker, Ragnar Niclasen, Eli Falkvard Nielsen, Tór-Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Milan Pejcic, Sigtór Petersen, Hendrik Rubeksen - Jens E. Rasmussen.

 

Støðan

Víkingur 7 stig

HB og B36 6 stig

NSÍ 4 stig

EB/Streymur og B68 3 stig

KÍ 2 stig

AB, ÍF og 07 Vestur 0 stig

Víkingur og 07 Vestur hava spælt tríggjar dystir og hini liðini tveir dystir.

 

3. umfar

Sunnudagin

EB/Streymur-B68

B36-KÍ

AB-ÍF

Mánadagin

NSÍ-HB