Stórsigur í Sørvági

Fótbóltslagið er gott í Vágum í kvøld. Eitt er, at teirra lið í dag vann trý stig, og eitt annað er, at tað kom heilt væl við, tá ið tíðindini náddu vestur í Vágar, at TB hevði tapt í Leirvík. Fyri viku síðani tapti 07 Vestur 4-0 á Tvøroyri.

Tað gekk, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar. 07 Vestur stóð seg væl á heimavølli, og teir næstbestu hjá EB/Streymi stóðu seg minni væl á útivølli.

EB/Streymur, sum fyri fyrstu ferð hevur næstbesta liðið í 1. deild, vitjaði seinnapartin í Sørvági, og teir í Sundalagnum eru nú á veg til hús við tenniseggi, sum tað plagar at verða tikið til, tá ið tapið er 6-0.

07 Vestur hevði fult tamarhald á alla tíðina, teir vóru í 1. hálvleiki væl grammari og vístu betri fótbóltsspæl, og málmøguleikarnir vóru so mikið nógvir, at sigurin væl kundi havt verið størri. Men heimamenninir vóru ofta óneyvir, og Gunnar á Steig vardi málið væl hjá gestunum.

Andrzej Stretowicz setti hol á eftir lítlan hálvan tíma. Silva átti næstsíðsta fótin á bóltinum Tór-Ingar Akselsen økti til 2-0, tá ið hann úr vinstru sneiddi seg leysan, og Wenzel Mouritsen stútaði bóltin í málið til 3-0.

Fimm minuttir eftir steðgin økti Jens Erik Rasmussen eftir langt innkast. Lítið korter undan leikloki sendi Jens Erik Rasmussen fríspark beinleiðis í málið, og Gunnar Haraldsen staðfesti rimmar sigurin, tá ið hann við høvdinum stýrdi hornasparksinnleggið í kassan.