Kyndil-VÍF 24-35 (10-14)
Vestmenningar hava framvegis beina kós móti FM-finaluni.
Í dag vann VÍF stórsigur á arvafíggindunum úr Kyndli, sum ongan tíð veruliga fingu fótin fyri seg í dystinum.
VÍF var alla tíðina greitt omaná, og seinastu løtuna gjørdist talan so eisini um veruligan stórsigur.
Hjá Kyndli skeyt Bárður Johannesen 6 mál. Áki Olsen skoraði 7 av málunum hjá VÍF.










