Landskappingin í bestu kvinnudeildini líkist sær sjálvari, tí har stendur kappingin um oddasessin millum KÍ og AB, sum eisini hava kappast um hann seinnu árini. Og – sum vant – er tað KÍ, sum er fremsta liðið. Hini kappast nokk so javnt um bronsuna, men í løtuni hevur B36 munin á hinum.
KÍ var á útivølli og spældi ímóti Víkingi, ið royndi at stríðast ímóti, men kortini ikki fekk gjørt so nógv. Klaksvíkskvinnur fóru framum 2-0 í fyrra hálvleiki, og hóast Víkingur minkaði um munin eitt lítið korter inn í seinna hálvleik, hevði KÍ fleiri mál í sær og vann at enda 4-1.
Á Skála sá eitt sindur øðrvísi út, hóast tað endaði við, at AB vann stórt, tí í hálvleikinum var tað altso Skála, sum var á odda 1-0. Men ikki gekk long tíð av seinna hálvleiki, so hevði AB bæði javnað og lagt seg framum, so tað endaði við einum knúsandi 6-1 sigri til argjakvinnur, sum í øllum førum røkja málúrtøkuna, nú tær í stigum eru aftan fyri kvinnurnar úr Klaksvík.
Triði dysturin var grannauppgerð í Gundadali millum B36 og HB, sum eru uppflytararnir hetta kappingarárið. Fyrri dysturin teirra millum endaði við javnleiki, men hesa ferð læt B36 ongan iva vera, men vann ein tryggan 3-1 sigur, ið var grundaður í fyrra hálvleiki við einum einum máli. Síðani skoraði B36 tvær ferðir aftrat í seinna hálvleiki, áðrenn HB fekk eitt troystarmál ímóti endanum. Úrslitið merkir, at B36 í løtuni hevur tikið seg fram á bronsuplássið.










