Síðani AB-kvinnur sigraðu á níggjufaldu føroyameistarunum úr KÍ, hava tær hildið tørn. Ì dag tóku argjakvinnur ímóti Víkingi, sum mátti leggja rygg til eitt 6-1 stórtap. KÍ-kvinnur tóku ímóti felagsliðnum B68/NSÍ, og vunnu KÍ-kvinnurnar stórsigur 6-0. Longu eftir fýra umfør, tykjast AB og KÍ at hava drigið frá hinum fýra liðunum.
Støðan í bestu kvinnudeildini :
1 AB 4 4 0 0 15-2 12
2 KÍ 4 3 0 1 13-2 9
3 Víkingur 4 1 1 2 6-8 4
4 Skála 3 1 1 1 4-3 4
5 B68/NSÍ 4 1 0 3 2-13 3
6 EB/Streymur 3 0 0 3 0-12 0










