Stórsigrar og fleiri javnleikir

Eftir triðja umfar: Meistararnir úr Klaksvík fingu staðfest, at kappingarárið verður sera strevið, og sumbingar fáa tað meiri enn torført

Í so góðum fótbóltslíkindum, sum tað ber til at ímynda sær, varð triðja umfarið í ár 2000 kappingini spælt sunnudagin.

Hesa ferð varð ein spælari sendur undir brúsu við reyðum korti í viðførinum. Tað var Janus Kjærbo hjá VB.

Gulu kortini vóru fimtan í talið ella trý í hvørjum dysti. Hetta miðaltalið er høgt, tá sammett verður við miðaltalið í nógvum av grannalondum okkara.

At tað í trimum av fimm førum endar við, at liðini fáa eitt stig í part er óvanligt, men tað er meiri enn so komið fyri áður. Seinast var í 15. umfari í fjør: Sumba?GÍ 1?1, B68?VB 0?0 og ÍF?B71 3?3.

Síðani reglarnir fyri úrtøku vórðu broyttir, soleiðis at vinnarin fær trý stig, hevur tað smakkað serliga væl hjá vinnarum, at nógvir dystir enda við javnleiki.


Alt gongur undan

Í fótbólti er hvør einasti dystur serstakur. Tí ber tað ikki til uttan nakað sum helst at sammeta úrslit, men tað tá trý umfør eru farin, er tað upplagt at kaga eftir og sammeta gongdina í uppgerðum, har somu lið hava verið við.

Hjá B36 viðhaldsfólki kendist tað serliga summarligt bæði í fyrradagin og í gjár. Teir hølvaðu FS Vágar av, og hýrurin í Gundadali gjørdist ikki verri, tá tað frættist, at HB og NSÍ høvdu spælt javnt í Runavík.

Fyri tey í B36 má tað kennast serliga hugaligt, at fleiri av ungu monnunum, sum eru vaksnir upp í felagnum, nú mannað oddaliðið. Av teimum trettan, sum vóru á vøllinum sunnudagin, hava seks altíð spælt í B36, og vit kunnu eisini taka Ronnie Samuelsen, sum kom úr EB/Streymi sum unglingur, við í henda bólkin.

B36 misti undan kappingarárinum sjey spælarar. Spurningurin er, hvussu tað hevði havt gingið, um Egin, Pól, Ninoslav, Tomislav, Djóni, Øssur og Arnbjørn høvdu verið á liðnum. Tað hevði í hvussu so er havt við sær, at onkrir, sum nú spæla í 1. deild ikki høvdu havt møguleikan, men úrtøkuna hevði tað ikki borið til at fingið størri, enn hon hevur verið higartil.

Per Olov Andersson hevur undanvind. Størsta uppgávan hjá honum komandi vikurnar verður at halda spælararnar á jørðini, men tað kemst ikk uttanum, at tað sær sera ljóst út: sumbingar í Gundadali og sandoyingar á Sandi áttu at verið uppgávur, sum oddaliðið væl og virðiliga megnaði. Og so verður spurningurin, um klaksvíkingar longu hava mist alt á gólvið, tá teir í sætta umfarinum koma í Gundadal.


Mótvindur í Klaksvík

Undan kappingarbyrjan hevði eingin roknað við, at klaksvíkingar skuldu kenna tað sum ein lætta, at teir í triðja umfarið komu á stigatalvuna eftir javnleik á heimavølli móti VB. Í Klaksvík vóru tey ikki nøgd sunnukvøldið, men tapið fríggjakvøldið móti VB gav eina kenslu av, at tað eisini kundi kiksa sunnudagin, og so var javnleikurin á onkran hátt ein lætti.

Enn eru nógv stig at spæla um, men tað er ein royndur lutur, at komandi vikurnar fara at hava sera stóran týdning fyri KÍ. Sunnudagin skulu teir spæla í Gøtu, so kemur B68 at vitja, og so skulu teir vitja B36!

Kanska kann tað vera ein uggi fyri klaksvíkingar at finna í høgtølunum. Tá KÍ í 1991 vann fyrsta FM heitið í 19 ár, gekk striltið fyrstu umførini. Teir taptu 1?0 móti NSÍ (tað hava teir eisini gjørt í ár), teir spældu 2?2 móti VB (tað hava teir eisini gjørt í ár), og ta ferðina var úrslitið móti MB á heimavølli 0?0. Tað var ikki fyrrenn í fjórða umfarinum, at klaksvíkingar í 1991 vunnu.

Trýstið er stórt, nú KÍ fer til Gøtu. Trýstið er eisini stórt á GÍ, sum meiri enn hálvkiksaði á Sandi, men trýstið er størri á KÍ, sum tað hevur verið roknað so nógv meiri við í ár, enn tað hevur verið roknað av GÍ.

Tá úrtøkan er soltin, fær tosið, um hvat átti at verið øðrvísi, bein at ganga á. Venjarin frá í fjør hevur úr USA sent heilsanir til viðhaldsfólkini og spælararnar. Hetta kann ivaleyst tulkast á ymsan hátt, men at sálarliga nærveran hjá gamla venjaranum tyngir um arbeiðið hjá nýggja venjaranum og ivaleyst eisini hjá nevndini, er neyvan nakað at ivast í.

Í fjør vóru skaðarnir fáir ella eingir. Í ár hava teir verið nógvir, og tað ger ikki hýrin betri. Fótbóltsprátið er altíð nógv í Klaksvík, men fyritreytirnar at práta eru øðrvísi nú, enn tær vóru í fjør!


Sumbingar illa sperdir

B71 og Sumba hava verið mett sum mest uppløgdu boðini uppá niðurflyting. Sandoyingar hava higartil skavað fýra stig saman, meðan sumbingar eru sørir. Í sætta umfarinum fær Sumba vitjan av B71, og um sandoyingar ta ferðina fáa øll stigini fer tað at síggja heilt illa út hjá Sumba.

Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at vágaliðið skuldi standa seg betri, enn vágamenn áður hava gjørt í bestu deildini. FS Vágar hevur ikki staðið seg væl, og stóri ósigurin í Gundadali móti B36 leggur eitt stórt trýst á teir. Sunnudagin fáa teir í Sørvági vitjan av HB. Í steypakappingini stóð FSV seg væl móti HB, men síðani tá hevur tað gingið rætta vegin hjá HB, sum ikki enn hevur tapt.

NSÍ hevur heldur ikki tapt higartil. Sunnudagin skulu teir til Vágs, og tá fáa teir møguleika at hevna 0?2 tapið á heimavølli í steypakappingini. Vágbingar prógvaðu í Klaksvík fríggjakvøldið og sunnudagin, at teir framvegis ætla sær at vera meiri enn kanónføði.