Størri Vikuskifti – og nýtt innihald

Føroya besta vikuskiftisblað verð­­­ur nú enn størri og betri. Viku­skifti í Sos­i­al­i­num vek­s­ur fríggj­a­­dag­­in upp í 32 síður.

– Okkara lesarar hava ver­­ið sera glaðir fyri Viku­­skifti, sum er í blaðnum fríggj­­­a­dag­­ar, og nú hava vit valt at gera Vik­u­skifti enn størri og enn betri, sig­­ur Eirik­ur Lind­en­skov, á­byrgd­ar­blað­stjóri á Sosi­al­inum.

- Fólki dámar væl at lesa bløð um vikuskiftini, og tí vilja vit geva okk­ara les­­­ar­­um eitt enn betri viku­­skift­­i­s­­blað, sig­ur hann.

Tað er hálvt annað ár síð­­ani, at Sosialurin fór und­ir nýggja Vik­u­skifti, og blaðið, sum hev­ur ver­ið 24 síður til stødd­ar sein­astu tíðina, veks­ur nú við átta síðum. Blað­ið bjóð­ar sam­røður, und­ir­hald, góð ráð, kappingar, bak­­grund og mangt annað.
Sos­i­­al­ur­in fer nú eisini at bjóða eitt serligt viku­skift­i­s­­hald til sínar lesarar. Tað vil siga, at fólk kunnu tekna seg sum haldara av vik­u­skift­is-Sosialunum og fáa blað­ið borið til dyrn­ar hvønn fríggja­dag.