Altjóða heilsustovnurin WHO sigur eftir ein fund, at vandin fyri, at svínakrímið kann breiða seg um allan heimin, er vaksin Á fundinum í gjárkvøldið gjørdi WHO av herða ávaringina um, at svínakrímið kann breiða seg um allan heimin. Á einum stiga frá eitt til seks er ávaringin nú á fýra, segði varastjórin fyri heilsutrygdardeildini hjá WHO, Keiji Fukuda.
Fukuda legði tó afturat, at tað ber til at basa sjúkuni, og at WHO heldur eitt vakið eyga við gongdini.
Í gjárkvøldið kunngjørdi myndugleikarnir í Skotlandi, at teir høvdu staðfest tveir tilburðir av svínakrími. Talan er um tvey fólk, sum nú fáa viðgerð á einum sjúkrahúsi í Glasgow.
Seinnapartin í gjár bleiv fráboðað, at ein tilburður av svínakrími var staðfestur í Spania.
Í Danmark hava nøkur fólk verið til kanningar, men har er svínakrímið ikki staðfest.
Í Noregi er illgruni um, at ein smádrongur møguliga er smittaður av svínakrími, men tað er ikki staðfest enn. Drongurin hevur júst verið í Meksiko.










