Í størri vanda fyri kynsligum ágangi

- Fólk, sum bera brek, hava eisini rætt til eitt kynslív, men tey eru í størri vanda fyri kynsligum ágangi.

Stórur áhugi er fyri norðurlendsku ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum 11. og 12. september undir heitinum Bryt Tabút!

 

- Evnið á ráðstevnuni er kynsligur ágangur og sexualitetur hjá fólki sum bera brek. Í fyrsta lagi er endamálið at staðfesta, at fólk, sum bera brek, eisini hava rætt til eitt kynslív. Í øðrum lagi staðfesta vit, at fólk, sum bera brek, kunnu vera í størri vanda fyri at vera fyri kynsligum ágangi.

 

Í skrivi, sum Almannamálaráðið hevur sent út í kvøld, verður víst á, at gransking aðrastaðni vísir, at fólk, sum bera brek, eru í størri vanda fyri ágangi enn onnur fólk. Samstundis fáa hesi eisini minni stuðul, tí vit hava lyndi til at síggja skerda førleikan ella brekið heldur enn sjálvan ágangin.

 

- Tað er trupult at tosa um kynsligan ágang og annan harðskap. Uppaftur truplari vísir tað seg at vera, tá viðkomandi, sum er fyri ágangi, ber eitt hvørt brek. Tí skipar Almannamálaráðið/Sig frá, saman við Nordisk Velfærdscenter fyri slóðbrótandi norðurlendsku ráðstevnuni, sum skal varpa ljós á hesi viðurskifti.

 

Umleið 20 fólk úr øllum Norðurlondum hava framløgur og fyrilestrar um mong ymisk evni, eitt nú um kynslív og brek, kynslív og persónligur stuðul, rættindi, skyldur og fyribyrging. Á ráðstevnuni verða eisini nýggir filmar og undirvísingartilfar lagt fram.

 

- Ráðstevnan er fullteknað, men tað ber til at fylgja við kortini, tí hon verður stroymd. Leinki er at finna á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, www.amr.fo verður sagt í tíðindaskrivi í kvøld.