Størri várframsýning

Árliga várframsýningin hjá Listasavni Føroya bjóðar ikki fleiri listafólk enn vanligt. Men nógv fleiri verk eru við á framsýningini, sum í ár tekur væl meiri pláss enn undanfarin

Kári Svensson, sum er ein av limunum í úrvalsnevndini, sigur, at várframsýningin í ár, er væl meiri umfatandi enn undanfarin ár. Her hugsar hann serliga um, at tey í ár hava lagt seg meiri eftir at geva hvørjum einstøkum listaverki betur pláss.
Verkini eru eisini væl fleiri í tali í ár. Vanliga plaga tey at vera millum 80 og 100 í tali, men í ár verða heili 111 listaverk við á framsýningini, sum letur upp fríggjadagin 6. mars klokkan 16.
Tað er somuleiðis nakað, sum er øðrvísi í ár. Vanliga letur framsýningin upp leygardag, men í ár hava tey so valt at hava fernisering fríggadagin. Meðan várkonsertin tó verður leygarkvøldið klokkan 20.

Færri professionell
Kári Svensson sigur, at nakað væl yvir helvtina av teimum, ið sendu inn, eru tikin burtur. Men hóast tað, so saknaðu tey í úrvalsnevndini fleiri av teimum professionellu limunum.
? Tað er eitt sindur av einum vónbroti, at tað letur til, at fleiri av okkara meira professionellu her á landi, ikki hava lagt seg so nógv eftir at stilla fram til várframsýningina í ár, sigur Kári Svensson, sum samstundis eftirlýsir nakað av nýskapanum frá somu fólkum.
Men hann nevnir tó eina. Rannvá Mortensen, sum hevur nakað nýskapandi og spennandi við á framsýningini.
? Tað eru sjálvandi fleiri við, men tað er ikki fjøldin, sigur Kári.
Várframsýningin letur sum sagt upp fríggjadagin klokkan 16, og hon verður hangandi uppi til tann 28. mars.