Jóannes Hansen
Lógin fyri inntøkurnar og útreiðslurnar hjá landskassanum í ár 2000 var til 3. og endaligu viðgerð í løgtinginum seinnapartin í gjár. Málið stóð á dagsskránni fyri tingfundin klokkan tíggju fyrrapartin, men tá var so nógv annað á skránni, at tað varð ikki komið til fíggjarlógina, áðrenn tingmenn fóru til døgurða.
Tingfundur var aftur seinnapartin klokkan hálvgum tvey, og tá var fíggjarlógin á skránni. Málið var ikki endaliga avgreitt, tá blaðið fór til prentingar.
Teir báðir stóru andstøðuflokkarnir, javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin, skutu upp, at hækka játtanina til Landssjúkrahúsið við 4,5 milliónum, og tað skuldi eisini atkvøðast um eitt uppskot um at hækka játtanina til Suðuroyar Sjúkrahús við 1,9 millión.
Andstøðuflokkarnir skutu upp at játta Landsverkfrøðinginum fimm milliónir til arbeiði og fyrireikingararbeiði til íløgur kring landið. Teir skutu eisini upp, at Strandferðslan skuldi fáa 490 túsund krónur eyka, soleiðis at Smyril komandi ár kann sigla tveir túrar til Suðuroyar mánadag.
Nógv av hesum uppskotunum varð roknað við fóru ikki at fáa nóg stóra undirtøku í tinginum.
Harafturímóti varð mett sannlíkt, at eitt uppskot um at hækka játtanina til Strandferðsluna við 10,4 milliónum krónum fór at verða samtykt. Uppskotið kom fyri tingið, tí uppskotið um at hækka ferðaseðlagjaldið við strandferðsluskipunum ikki hevur undirtøku í tinginum.
Undir 2. viðgerð boðaðu samgongutingmenn, t.d. Hergeir Nielsen og Jóhannis Nielsen, frá, at teir tóku ikki undir við at hækka ferðaseðlaprísin. Um løgtingið seinnapartin í gjár samstykti uppskotið um at veita Strandferðsluni 10,4 milliónir meiri, enn tað frammanundan var ætlað, so var tað fyri framvegis at halda prísirnar fyri at ferðast á tí støðinum, sum teir higartil hava verið á.