Støðan á markinum millum Turkaland og Sýrialant er vorðin enn meiri spent, eftir at turkisk hernaðarflogfør hava flogið tætt við markið.
Samstundis hevur turkiski forsætisráðharrin, Tayyip Erdogan, sagt, at tað turkiska hernaðarflogfarið, sum sýrar skutu niður, var í altjóða luftrúmi, tá sýrar skutu tað. Amerikanska blaðið Wall Street Journal skrivaði í gjár, at tað turkiska flogfarið var innan fyri sýriska markið, tá tað bleiv skotið niður.
Turkiska herleiðslan kunngjørdi í dag eina yvirlýsing, sum sigur, at flogfarið hevði verið fimm minuttir í sýriskum luftrúmi, men at tað var av misgáum. Sagt verður, at sýrar skutu flogfarið niður uttan nakra ávaring, eftir at tað var komið í altjóða luftrúm.










