- Tað verður neyðugt at umleggja flatskattin, tí hann savnar keypiorkuna á færri og færri hondum.
Tað minkar eftirspurningin eftir vørum og tænastum, og hevur eina negativa ávirkan á virksemi í samfelagnum.
Soleiðis tók Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, samanum flatskattin á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.
Hann sigur, at ein berandi bjálki í javnaðarhugsjónini er, at vit skulu lata eftir evni og fáa eftir tørvi.
- Í Norðurlondum verður hendan hugsjónin verður ítøkiliggjørd við einum stigveksandi skattastiga, har tey, ið tjena mest eisini rinda lutfalsliga meira enn onnur.
- Men skattur er einki endamál í sjálvum sær. Tað er altíð korini hjá tí einstaka menniskjanum sum er endamálið og tí er Javnaðarflokkurin altíð opin fyri at lækka skattin á inntøku.
Aksel V. Joahannsen sigur, at flatskattalættin setti ikki gongd í samfelagshjólini.
- Hevur tú ráð at skifta takið, skiftir tú tað ikki tvær ferðir, tí tú hevur fingið ein skattalætta.
Tí heldur hann, at vit eiga at umleggja flatskattin, so tað fyrst og fremst eru lág- og miðalinntøkurnar, sum fáa gagn av skattalættanum.
- Soleiðis spjaða vit keypiorkuna, so at tann, sum ikki hevði ráð til at skifta takið nú, fær ráð til tað.
- Tað økir um nýtsluna og íløgurnar og tað skapar virksemi.
- Tá ið tað hendir, hvørvur hallið á fíggjarlógini, sum døgg fyri sól.
- Vit venda ikki fólkafráflyting til fólkatilflyting við at spara ella at byggja okkara samfelag á sjálvsøkni og tankan um, at einhvør er sær sjálvum næstur.
Myndin er av landsfundinum í morgun.