Størri úrval av mati

Teir báðir Frans Gregoriussen, hovmeistari, og Rúni í Lágabø 2. kokkur standa fyri matinum hendan túrin. Til døgurða borðreiddu teir við oksasteik, og til náttura stóð grýturættur á matarlepanum. Hartil er smyrjibreyð at fáa alla tíðina.

Umstøðurnar at matgera umborð á gamla Smyrli eru avmarkaðar, men heitan mat gera kokkarnir kortini tvær ferðir um dagin, bæði til ferðafólk og manning. Til ferðafólkini gera teir vanligan mat, sum eisini útlendingar eisini kennast við, meðan manningin ofta fær føroyskan mat so sum ræstan fisk, knettir, kjálkar o.a. Talið á døgurðum, sum verða seldir ferðafólkunum, kann liggja frá 10 upp til 100 alt eftir, hvussu veðrið er, og hvussu illa skipið rullar
Rúni og Frans eru serliga spentir uppá góðu arbeiðsumstøðurnar, teir fáa umborð á nýggja Smyrli. Hetta merkir millum annað, at ætlanin er at geva ferðafólkunum fleiri heitar rættir at velja ímillum. Ì heila tiki vænta teir báðir, at eftirspurningurin eftir mati fer at verða munandi størri, tí sum skilst, fer nýggja skipið nærum ikki at rulla.