Leif Høj úr Kelduni sigur, at teir hava avgjørt at gera eina stálkonstruktión, sum ger allan pallin millum ein og tveir metrar djúpari. Stálkonstruktiónin verður gjørd soleiðis, at hon kann brúkast aftur tá aðrar stórar konsertir og tiltøk verða í Kelduni.
Afturat Rebecca St. James koma 16 tónleikarar og teknikkarar til Føroya 30. mai. Konsertin verður 31. mai, og týska Sarah Brendel hitar upp.