Størri og rúmligari Partner

Eftir 12 ár á marknaðinum er Peugeot Partner nú komin í eini heilt nýggjari útgávu, sum er bæði størri og rúmligari enn forgangarin. Bilurin er praktiskur og familjuvinarliga innrættaður

Tann sera væl umtókti vøru- og familjubilurin Peugeot Partner er komin í eini í heilt nýggjari og størri útgávu.


Nýggi Partner er munandi størri enn forgangarin, og innrættingin er sera liðiligari við nógvum rúmum og hillum at leggja lutir frá sær á. Girstongin, sum nú er í instrumentborðinum, situr væl fyri og er løtt at handfara. Dragihurðarnar á báðum síðum eru stórar, og lætt er at koma inn og út úr bilinum. Eyðkenni fyri Partner er, at talan er um ein sera rúmligan bil í mun til støddina og ein væl egnaðan bil til barnafamiljur.


Designið á nýggja Partner er eisini meira aeorodynamiskt og tíðarhóskandi. Bilurin fæst eisini sum vørubilur. Partner fæst við 1,6 litra bensinmotori við 110 hk, og trimum 1,6 litra HDi dieselmotorum við ávikavist 75, 90 og 109 hk.


Peugeot Partner er ein vælkoyrandi praktiskur bilur við sera góðum plássi og er lættur at koyra og at umgangast í ferðsluni.


Partner Van: Prísir úr kr. 180.000 (uttan mvg. 150.247)


Partner Tepee: Prísir úr kr. 210.000