Størri nøgdir og lægri prísir

Donsk skip og bátar hava í ár fingið munandi minni fyri hvørt kilo av landaðum ráfiski og skeljadýrum enn somu tíð í fjør

Danmark

 

Fyrsti níggju mánaðirnar í ár eru størri nøgdir av fiski komnar upp á land í Danmark enn somu mánaðir í fjør, men krónurnar, sum danir hava fingið fyri fiskin, eru minni.

Hetta merkir, at lægri fiskaprísir trýsta danska fiskiflotan, umframt hækkandi oljuútreiðslur í mun til somu mánaðir í fjør.

 

2% minking

Danska fiskivinnuumsitingin sigur, at virðið av landaðum fiski fyrstu níggju mánaðirnar í ár er heldur minni enn í fjør.

Talan er um 1.864 miljónir krónur í ár móti 1.910 miljónum krónum í fjør.

September mánaði í ár hevur tó verið rímiliga góður og gjørdi, at munurin millum árið í ár og í fjør minkaði nakað.

Í september í ár seldu donsk skip fyri tilsamans 273 miljónir krónur móti 215 í september í ár.

Samlaða minkingin í søluni í ár er umleið 2%.

 

Fleiri tons

Landaða tonsatalið higartil í ár hevur tó verið størri enn somu tíð í fjør.

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár vórðu landaðu tilsamans 530.000 tons av fiski og skeljadýrum móti 465.000 tonsum somu mánaðir í fjør.

Donsk fiskivinna hevur soleiðis tjent munandi minni higartil í ár enn í fjør – fyri hvørt kilo av landaðum fiski.