Størri modell

Modellin í svensku handilsketuni Åhléns er dámd av einari miljón á Facebook. Myndin, sum unga gentan Rebecka tók fyri trimum árum síðani, er seinastu dagarnir vorðin samtaluevni í miðlum um allan heim

Upprunateksturin hjá Rebecku er »Hygg hvat eg fann – ein modell, sum sær út sum ein verulig kvinna. Hon er kløn, men hon sær sunn út.«
Henda tekstin og myndina fann Womens Rights News og legði hana út á sína Facebook síðu. Rebecka, sum langt síðani hevði gloymt bæði mynd og bloggu, var ikki sørt bilsin, tá bløð sum Washington Post, Daily Mail og Fox News brádliga skrivaðu um henn­ara mynd.
Í byrjanini var skrivað, at dukkan var frá H&M, men tað avsannaði Rebecka skjótt, hon fanst at H&M í tekstinum, tí teirra modellir eru so klænar, og at tær hjá handilsketuni Åhléns eru eitt gott fyridømi.
Åhléns ketan er sjálvandi glað, og tey hava viðmerkt at sølan av undirklæðum gongur nógv betri tá tær »bollutu« modellirnar eru frammi.