Størri manning til at umsita oljuskattamálini

Skal føroysk arbeiðsmegi nýtast í komandi fyrisiting av kolvetnisskattaskipanini, er neyðugt at hugsa um at menna kunnleikan hjá verandi starvsfólkum, eitt nú við eftirútbúgving ella upplæring hjá ella av kolvetnisskattafyrisitingum í okkara grannalondum. Verður kolvetni funnið, verður mett, at tørvurin á starvsfólki verður munandi størri, og verður kostnaðurin tá eisini munandi hægri stendur í viðmerkingunum til kolvetnisskattafyrisitingarlógina, sum varð løgd fyri tingið fyri jól

Enn eru eingi loyvi givin til at forkanna, leita eftir ella framleiða kolvetni, men verða loyvi givin í næstu framtíð, er neyðugt at hyggja eftir tørvinum og førleikanum hjá verandi manning hjá Toll- og Skattstovuni stendur m.a. í viðmerkingunum til uppskotið til kolvetniskattafyrisitingarlógina.

Víst verður á, at skal føroysk arbeiðsmegi nýtast í komandi fyrisiting av kolvetnisskattaskipanini, er neyðugt at hugsa um at menna kunnleikan hjá verandi starvsfólkum, eitt nú við eftirútbúgving ella upplæring hjá ella av kolvetnisskattafyrisitingum í okkara grannalondum.

Víðari stendur, at hóast skattafyrisitingin er mannað við dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki, er neyðugt at ásanna, at ov fá hava tann førleika, sum krevst fyri at viðgera roknskapir og viðurskifti hjá altjóða fyritøkum. Nevnast kann, at í grannalondum okkara eru hesi størv mannað við fólki, sum hava kandidatprógv frá hægri lærustovni og royndum skattagrannskoðarum við góðum málsligum førleika.

Landsstýrið sigur víðari í viðmerkingunum, at ilt er at meta um, hvør tørvurin verður her í Føroyum. Tað veldst um nær og hvussu stórt virksemið verður á føroyska økinum. Ætlanin er tí at kanna tørvin, soleiðis at tann fyrisiting, sum tørvur verður á, lagar seg til tað virksemi, sum kann væntast. Hugsast kann, at fleiri skip koma inn á økið at skjóta seismik, og umborð á teimum eru bæði feløg, sum taka sær av teimum ymisku uppgávunum, og persónar, sum gera tað vanliga arbeiðið fyri hesi feløg. Tá Føroyar nú hava rættin til at skatta hetta virksemið hjá loyvishavara og møguligum arbeiðstakara og undirarbeiðstakara umframt lønirnar til manningina umborð, er neyðugt at leggja soleiðis til rættis, at fyrisitingin kann taka ímóti hesi uppgávuni.

Landsstýrið heldur tí, at verður farið undir leitingarvirksemið, verður neyðugt at taka onnur stig, tí tá verður tørvur á at taka í móti skattgjaldarum, sum eru vanir at arbeiða í altjóða høpi við serfrøðingum á øllum økjum.

Mett verður tí, at í byrjanini verður neyðugt at seta fólk av til at taka sær av fyrisitingini av kolvetnisskattalógini og kolvetnisskattafyrisitingarlógini umframt, at tær edv-skráir, sum tørvur er á, verða gjørdar so hvørt. Verður kolvetni funnið, verður mett, at tørvurin á starvsfólki verður munandi størri, og verður kostnaðurin tá eisini munandi hægri.