Størri ljós á sterk rúsevni

At tað eru fleiri hørð rúsevni á gøtunum merkist eisini á Blákrossheiminum. Í alt 13 prosent av samlaðu viðgerðunum eru fyri hørð rúsevni, og tey flestu, ið verða viðgjørd fyri sama, eru undir 30 ár

Higartil í ár eru fimm prosent fleiri av teimum, ið hava fingið viðgerð á Blákrossheiminum, viðgjørd fyri blandingsmisnýtslu av alkoholi og hørðum rúsevnum. - Tey allarflestu av teimum eru undir 30 ár, avdúkar Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum.

Samanlagt av teimum, ið hava fingið viðgerð á Blákrossheiminum í ár, eru 57 prosent viðgjørd fyri alkoholismu, meðan 13 prosent eru viðgjørd fyri alhohol- og hassjmisnýtslu og somuleiðis 13 prosent fyri alkohol- og rúsevnismisnýtslu av hørðum rúsevnum.

- Av tí at tað ikki er ein javnur streymur av rúsevnum inn á marknaðin, er tað sera trupult at vera rúsevnismisnýtari av einum slagi av rúsevnum. Tí eru tey flestu blandingsmisnýtarar, har tey blanda alkohol og hassj, ella alkohol og ecstasy, amfetamin, kokain og annað, sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum.


Blaðung eisini í trupulleikum

Tey ungu, sum koma inn á Blákrossheimið, eru í øllum aldrum frá 17 til 18 ár og upp til 30 ár. Tey allarflestu av hesum eru misnýtarar av bæði alkoholi og hørðum rúsevnum. Tað er eisini her, at økingin er í mun til hvat viðgjørt verður fyri.

- Men samanlagt síggja vit ikki eina økta nýtslu av rúsevnum í Føroyum. Lutvíst er talið umleið tað sama millum alkohol- og blandingsmisnýtslu. Men fyri tí um vit ikki síggja tað, merkir tað ikki at tað ikki eru fleiri rúsevni á marknaðinum, vísir Olga Magnussen á.

Sjálv kallar hon Blákrossheimið fyri eina endastøð, og greiðir frá at vanliga tekur tað upp til eini 15 ár fyri alkoholikarar, áðrenn teir eru komnir hartil, at teir mugu fáa serkøna hjálp. Hjá rúsevnismisnýtarum gongur tað nógv skjótari, og ganga kanska fýra til fimm ár, frá tí tey byrja, til tey verða noydd at søkja hjálp.

- Vit síggja tey sum 20 til 25 ára gomul, tá tey kanska hava verið misnýtarar síðan tey vóru 15 ár, og tí merkist tað kanska ikki enn hjá okkum, at tað eru fleiri rúsevni á marknaðinum, greiðir Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, frá.


Lætt at fáa fatur á

Sambært teimum fólkunum, ið koma inn á Blákrossheimið til viðgerðar, er tað lætt at fáa fatur á rúsevnum í Føroyum.

- Tey siga tað er nemt. Tú fær tað á gøtuni, og tú fær tað til dans, men tá er tað kanska serliga tablettirnar, tí tær fáast lættliga úr hond í hond, uttan at fólk varnast tað. Tey sum ætla sær at fáa fatur á onkrum, hava ikki ilt við at finna tað, staðfestir Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum.

Samanumtikið er tað mest millum tey ungu, at rúsandi evni verða nýtt og fara úr hond í hond, og er tað tí har, tey ungu dagliga ferðast, at tey hørðu rúsevnini eru at finna.