Størri kommunur ella?

Teldupostur av Bornholm

Hálvthundrað kommunur í Føroyum.

Sundurbýtingin hevur mangan fingið útlendingar til at øtast, tá ið teir hava hoyrt, hvussu kommunuskipanin í Føroyum virkar. 45.000 fólk býtt í 50 eindir halda teir vera ómetaliga nógv. So nógv, at tað helst er ómøguligt at stýra.

Nú sær so út til, at broytingar fara at henda í kommunulógini. Óvist er kortini, hvussu verður við samanleggingum. Og undir ongum umstøðum verður talan um stórar kommunur, sæð í mum til tær kommunueindir, sum finnast i grannalondum okkara.

Her á Bornholm búgva 45.000 fólk - eins mong sum í Føroyum. Stýrisskipanin í Danmark er eitt sindur øðrvísi: her er bæði kommunur og amtskommunur.

Lat meg greiða eitt sindur frá, hvussu henda skipanin virkar her á Bornholm, og hvat politikararnir halda um hesa skipanina.

Amtskommunan tekur sær fyrst og fremst av heilsuverkinum, hægri undirvísing (studentaskúlanum), vegakervinum, sum svarar til landsvegirnar í Føroyum og eitt sindur av mentan.

Ein kann lættliga fáa tað fatan, at amtskommunan á mangan hátt kann berast saman við okkara løgting. Altso eitt forum, sum tekur sær av tí sum skal samskipast, meðan kommunurnar taka sær av restini.

Men soleiðis hongur tað ikki saman. Fyrst og fremst tí ?amtið? ikki hevur lóggávuvald. Tað vil siga, at í veruleikanum hevur ?amtið? ongan møguleika at áleggja kommunum nakað.

Kommunurnar, fimm í tali á Bornholm, hava hinvegin stórt vald. Í Danmark hevur gandaorðið seinastu mongu árini verið nærdemokratið. Alt skal leggjast út til kommunurnar, so tær kunnu avgera, hvussu nærsamfelagið verður samansett.

Uttan iva ein røtt hugsan, men nú eru fleiri kommunalpolitikakrar farnir at muta ímóti. Eindirnar gerast ov smáar, og tað gerst alt meira torført at taka avgerðir, sum ganga ímóti áhugabólkum í tí lítla samfelagnum.

Birte Skot-Hansen eitur leiðarin fyri Borgaralistanum í Nexø. Hon og hennara sita í samgongu við javnaðarflokkinum. Birte Skot-Hansen er lærari - um seksti ár.

Fríggjakvøldið í seinastu viku gjørdi hon vart við seg.

Hon hevði fingið nóg mikið.

Skipanin riggar ikki. Alt ov nógv tíð verúr brúkt til fjast. Rapportir, frágreiðingar, projekt, skipanir o.s.v.

Ikki tí at hon heldur, at alt hetta ikki skal gerast, men tí hon heldur alt hetta pappírarbeiðið bert tekur tíð. Onki kemur burturúr.

?Høvdu politikararnir heldur sett seg saman og gjørt av, hvat vit vilja við samfelagnum, so hevði nógv meira komið burturúr?, sigur hon.

Hon segði eisini, at tær fimm kommunur er ov nógv til bert 45.000 fólk. Tær hava uppgávur hvør sær, sum eru á stødd við tær uppgávur, kommunur við 50.000 borgarum gera. Og tað ber ikki til, heldur hon.

Í veruleikanum er tað helst so, at tá ið talan er um so smá samfeløg, sum

Bornholm - og partvís eisini Føroyar - so eiga avgerðir ikki at takast á sama hátt, sum avgerðir verða tiknar í størri eindum.

Hagtøl kunnu mangan vera góð, men ofta byggja tey ikki á allan veruleikan, men heldur á tað sum er skrivað á pappír onkustaðni. Ikki altíð veruleikin heldur.

Í smáum samfeløgum ber til at hyggja at veruleikanum, sum hann er. Tær avgerðir sum skulu takast eru ofta fyri so smáar bólkar, at tað ber til at hyggja og meta um hvørjar avleiðingarnar av avgerðum verða, bert við at hyggja at sjálvum bólkinum. Tosa við tey, og spyrja tey, hvat tey halda, og so taka avgerðir.

Fólkatingsmaðurin Harald Kjøller, sum er borgarstjóri í einari av teimum fátækastu kommunum í Danmark, segði fyrr í vikuni, at demokratiið nú er býtt so smátt, at politkararnir ikki hava dirvi til at taka rættar avgerðir. Teir taka avgerðir, - ja, men teir taka ikki røttu avgerðirnar. Teir tora ikki, tí teir møta áhugabólkunum í smáu samfeløgunum.

Hvat skal so gerast í Føroyum? Eg havi ikki svarið, men avgerandi er, at politikarnir hava dirvi at taka avgerðir og standa við tær. At politikarnir siga tað, teir meina. Ikki undan einari atkvøðugreiðslu tosa ímóti einum máli, og so tá tað kemur til skarpskeringar atkvøða fyri.

Tað gagnar ongum í longdini. Hvørjum skal veljarin trúgva? Tí talaða orðinum, ella tí sum atkvøtt verður?

Spentur fylgi eg við, hvør loysn verður vald á kommunumálinum. Skal bert siga, at klókir menn í Danmark halda, at sjálvt um kommunurnar gerast størri, so verða tær ikki bíligari at reka.



Árni Gregersen,

Bornholm