Størri kapping til Jón Róa

Ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jakobsen, váttar í tíðindaskrivi, at teir hava havt trupulleikar í verjupartinum, har føroyski Jón Rói Jacobsen m.a. er at finna. Nú er tó líkt til, at meginparturin av trupulleikum eru loystir, tí í dag kundi AaB almannakunngera, at teir hava skrivað sáttmála við Kasper Bøgelund. Kasper Bøgelund er 27 ára gamal, og hevur leikt 15 dystir fyri danska A-landsliðið.

Skalluti verjuleikarin kemur úr týska Borussia Mönchengladbach, og hevur skrivað eitt ára sáttmála við donsku meistararnar.