Størri áhugi

Á Altjóða skrivstovuni hava tey merkt ein øktan áhuga fyri lesnaði uttanfyri Norðanlond

LESNAÐUR

Sum støðan er nú lesa eini 50 føroyingar uttanfyri Norðurlond. Hesir eru nógv teir flestu í Stóra Bretlandi, men fleiri eru eisini í USA. Nøkur einkult lesa í hinum londunum í Evropa og onkur lesur eisini aðrastaðni í heiminum.
Økta áhugin kann skyldast øktu stuðulsmøguleikarnar, sum m..a. innibera, at skúlagjald upp til 120.000 er Stuðulsstovnurin sinnaður at gjalda. Er gjalda hægri enn hetta, so ber til at lána restina av peninginum.
SU skal góðkenna útbúgvingina fyri at geva stuðul. Verður útbúgvingin góðkend fáa eisini føroyingar SU úr Danmark, meðan teir ganga á skúla uttanfyri kongaríkið.
Til flestu víðari útbúgvingar uttanfyri kongaríkið og Norðurlond er eitt føroyskt miðnámsskúlaprógv nóg mikið til at sleppa inn, men á ávísum skúlum kann tað hugsast, at kravt verður, at umsøkjarin tekur eina førleikaroynd.
Mett verður, at føroyskir næmingar í nógv teimum flestu førunum standa seg væl í serliga enskum. Talan kunnu tó vera um byrjunartrupulleikar, men hesir eru í flestu førum ikki so umfatandi.

Umsøknarfreist
Tað er rættiliga ymiskt í teimum ymsu londunum og er eisini skiftandi frá útbúgvingarstaði til útbúgvingarstað. Tú mást altíð kanna á staðnum, nær freistin er og hvussu mannagongdin er.
?Vanliga er freistin millum 5 og 7 mánaðar fyri lestrarbyrjan. Tað kann eisini vera eitt heilt ár fyri lestrarbyrjan, men hinvegin eru eisini dømi um, at tað ber til at søkja um upptøku bara nakrar fáar dagar áðrenn lesturin byrjar ? um pláss eru tøk á staðnum. Sum sæst er hetta eisini ein spurningur um, hvussu stórur kravgangurin er eftir útbúgvingini og útbúgvingarstaðnum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Altjóða skrivstovuni.

Fleiri upplýsingar fáast á www.ask.fo