Danska fíggjarlógin fyri 2012, sum varð løgd fram fyrrapartin, hevur 85 milliardir krónur í halli. Tað er fimm milliardir meiri, enn stjórnin metti fyri trimum mánaðum síðani. Hallið svarar til 4,6 prosent av donsku bruttotjóðarframleiðsluni og er tískil langt oman fyri mestamarkið hjá ES, sum er 3,0 prosent.
Hinvegin vísir tað seg, at hallið í ár verður minni enn hildið. Nú sigur stjórnin, at hallið í ár verður 68 milliardir krónur og ikki 74 milliardir, sum stjórnin metti í mai.
Í sambandi við fíggjarlógarframløguna metir stjórnin, at arbeiðsloysið verður størri enn mett. Stjórnin væntar, at 161.000 fólk fara at ganga arbeiðsleys í 2012, og tað er 5,6 prosent av arbeiðsmegini.
Somuleiðis væntar stjórnin, at búskaparvøksturin verður heldur minni í ár, enn stjórnin metti fyri trimum mánaðum síðani. Tá var metingin 1,9 prosent, men nú sigur stjórnin, at vøksturin verður bara 1,3 prosent í ár. Næsta ár verður hann 1,8 prosent.