Størri frælsi til reiðaríini

Sambandsflokkurin heldur, at tað skal vera upp til reiðaríini sjálvi at avgera, hvat skip skal fiska ymisku kvoturnar hjá reiðarínum.

Á tíðindafundinum um nýggja fiskivinnuuppskotið hjá Sambandsflokkinum varð greitt frá uppskotinum punkt fyri punkt, og tá farast skuldi niður í smálutirnar, var tað Magni Laksáfoss, tingmaður og búskaparfrøðingur, ið førdi orðið.

 

Rás 2 spurdi hann millum annað, hvat er tann stóri munurin á uppskotinum hjá Sambandsflokkinum og so tí, sum er galdandi nú og tí, landsstýrið arbeiðir við. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra svarið frá Magna Laksáfoss, tingmanni hjá Sambandsflokkinum.