Størri fráfall í Hoydølum

Herdu reglurnar fyri uppmøting hava havt við sær, at Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum hevur burturvíst fleiri næmingar í ár

Skúlin i Hoydølum hevur fingið næstan líka nógvar umsóknir í ár, sum skúlin fekk í fjør. Í fjør vóru umsóknirnar 339, og í ár eru tær 326.
Skúlin hevur í løtuni 13 flokkar, men um ikki øll 326 møta, tá ið nýggja skúlaárið byrjar, fer talið á flokkum helst niður á 12. Tað er vanligt, at nøkur ikki fara í skúlan, hóast tey eru sloppin inn, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum.
Undanfarnu ár hevur fráfallið í skúlanum ikki verið stórt, men í ár er tað nógv hækkað. Hetta er vegna nógva fráveru.
Skúlin hevur burturvíst 10 næmingar, og nøkur aftrat hava valt sjálv at gevast, tí tey vóru greið yvir, at tey kundu vænta at verða burturvíst.
Tá ið skúlaárið byrjaði, vóru 700 næmingar í skúlanum. I februar vóru 670 eftir.

Herdar reglur
Stóra fráfallið hongur saman við, at Mentamálaráðið í fjør broytti kunngerðina um fráveru. Frammanundan fekk ein næmingur fýra ávarðingar, áðrenn hann varð burturvístur. Nú eru bara tvær ávaringar.
Mikkjal Helmsdal væntar, at burturvísingarnar verða færri komandi skúlaár, tí nú eru øll greið yvir herdu reglurnar.
- Hetta er betri, tí nú ber ikki til hjá næmingum, sum møta illa upp, at draga tíðina út til seinasta skúlaár, sigur Mikkjal Helmsdal.