Størri flogfar –fleiri ferðafólk

– Vit hava flogið fleiri ferðafólk fyrra hálvár í ár enn í fjør, tí vit við Airbus-flog­far­i­num øktu um kap­a­si­tet­in fyrsta árs­fjórð­ing, og tí fleiri lág­prís­ferði­r hava ver­ið í út­boði, sigur Magni Ar­g­e, stjóri í At­lants­flog

Úrslitið hjá Atlantic Airways ann­an ársfjórðing í ár eftir skatt var 6,2 milliónir krónur sam­an­borið við 5,7 milliónir krón­ur í 2012. Úrslitið fyrra hálv­ár í 2013 var 3,5 milliónir krón­ur samanborið við 1,4 mill­i­ónir krónur í 2012. Fleiri ferð­a­fólk hava flogið við felag­num fyrra hálvár í ár enn í fjør. Vøksturin á sjey pro­sent stendst av, at fleiri set­ur hava verið í útboði, og at fleiri lágprísferðir eru seld­ar.
Tað sigur Atlantic Airways um gongdina í øðrum árs­fjórð­ingi í ár.
Samlaða sølan hjá felag­num vaks úr 215 milliónir krón­ur fyrra hálvár í fjør upp í 234 milliónir krónur sama tíð­ar­skeið í ár.
Úrslitið áðrenn av­skriv­ing­ar og fíggjarpostar fyrra hálv­ár í ár var 37,7 milliónir krón­ur sa­m­an­bor­ið við 31,7 mill­i­ón­ir krónur somu tíð í fjør. Úrslitið áðrenn av­skriv­ing­ar og fíggjarpostar annan árs­fjórð­ing í ár var 24,3 mill­i­ó­nir krónur samanborið við 24,7 milliónir krónur í fjør.
– Vit hava flogið fleiri ferð­a­fólk fyrra hálvár í ár enn í fjør, tí vit við Airbus-flog­far­i­num øktu um kapasitetin fyrsta ársfjórðing, og tí fleiri lág­prís­ferð­ir hava verið í út­boði. Í juni kom næsta Air­bus-flogfarið í flotan og fór m.a. at flúgva til Milano. Hend­an farleiðin hevur verið sera væl umtókt bæði millum før­oy­ing­ar og italienarar, eins og ferð­a­fólk hava tikið væl und­ir við øktu flúgvingini til Barc­e­lona, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Við næsta Airbus-flog­far­i­num er leiguflúgvingin eisini økt. Felagið hevur í summar flog­ið fyri fleiri danskar ferð­a­skriv­stov­ur til ferðamál í Grikk­a­landi, Siilia, Sardinia, ­Kor­s­i­ka, Spania, Tunesia, Eg­ypt­al­andi, Turkalandi og til Grønlands.
Triðja Airbus-flogfarið kem­ur í ok­tob­er og skal í vet­ur fyrst og fremst í leigu­flúgv­ing úr Danmark. Flog­far­ið skal eisini styðja upp und­ir flúgvingina millum Før­oy­ar og Danmark um summ­ar­ið.
Atlantic Airways hevði ser­stak­l­iga stórar av­bjóð­ing­ar av liggjandi mjørk­a­veðr­i­num í Føroyum í juli. Á­hald­andi mjørkaveðrið kost­aði felagnum millum 7,5 og 8,5 milliónir krónur í eyka­út­reiðsl­um. Airbus-flog­før­ini eru útgjørd við fram­komn­astu na­v­ig­a­tións­útgerð, teirri sonevndu RNP AR-út­gerðini, og hetta spardi fel­ag­ið fyri 20 afturvendingar í tíð­ar­skeiðnum frá 28. juni til 24. juli, tá 54 flogfør annars vendu við ella avlýstu.
Danska uttanríkisráðið hevur fyri kortum mælt fólki frá at ferðast til Egyptalands, sum støðan er har í løtuni. Triðja ársfjórðing ávirkar hetta ikki leiguflúgvingina hjá felagnum stórvegis, tí flúgv­ingin hagar hendan ár­s­fjórðingin er avmarkað, men heldur støðan fram fjórða ársfjórðing, tá meiri flúgv­ing verður, kann tað ávirka árs­úrsl­itið.
– Sum støðan er í løtuni, vænta vit, at ársúrslitið verð­ur á leið tað sama sum í fjør, men fyrivarni skal takast fyri hækkandi oljuprísum, ó­støð­ug­um veðri og ó­støð­ugum við­urskift­um í Egyp­ta­landi, sigur Magni Arge.