Bogaskjóting: Ikki færri enn 38 skjúttar vóru við í føroyameistarakappingini hesa ferð, sum bogaskjótifelagið VágaSkot var vertur fyri í ítróttarhøllini á Giljanesi. Børnini vóru 17 í tali og tey vaksnu 21, og so nógvir skjúttar hava ikki fyrr verið við til eina FM-kapping.
Skotið var í høllini fáar tímar undan flogbóltsfinalunum hjá monnum, men tað læt seg væl gera, hóast serliga flogbóltsgólvið var álagt, og kappingin gekk eisini sera væl. Børnini skutu 12 metrar og tey vaksnu 18 metrar.
Hjá børnunum vóru tað ikki færri enn 14 av 17 skjúttum, ið settu persónlig met innleiðandi, og tað vísti seg eisini, at Ørvur, Tambar og VágaSkot vóru øll framvegis umboðað við skjúttum, tá komið var til hálvfinalurnar.
Tá avtornaði, vann Odd Andreassen úr Ørvi á Marnari Magnussen úr Vágaskoti í finaluni og gjørdist føroyameistari, og í dystinum um bronsuna vann Heini Bergsson úr Tambum á Inga Alfredsson úr Ørvi.
Spennandi finala
Í kappingini hjá teimum vaksnu í recurve gjørdist Absalon Hansen úr Tambum tann drúgvasti. Hann vann við fýra stigum á Eggaba Andreasen úr VágaSkoti og gjørdist føroyameistari. Báðir vóru teir sera sannførandi í hálvfinalunum, har enn eina ferð øll trý feløgini framvegis høvdu skjúttar við.
Magnus Andreassen úr Ørvi, sum setti persónligt met í innleiðandi skjótingini, gjørdist føroyameistari í compound, tá hann í einari sera spennandi og javnari finalu megnaði at vinna á Albert Dam, somuleiðis úr Ørvi. Teir báðir høvdu í hálvfinalunum tepurt bast ávikavist Jóannes Poulsen úr Ørvi og Jógvani Niclasen úr Tambum.
Í finaluni vann Magnus fyrst 30-28 og síðani vann Albert 29-28, áðrenn tað bleiv tvær ferðir javnleikur, 28-28. Sostatt gjørdist munurin tann minst møguligi, tí Magnus vann 114-113. Til stuttleika kann nevnast, at Magnus er beiggi Odd, ið vann kappingina hjá børnunum, so har kom nógv gull í húsið leygardagin.
Grand Prix-kapping
Tey vaksnu hava tilsamans verið ígjøgnum sjey kappingar í vetur, og síðuleypandi hevur so verið ein Grand Prix-kapping. Har hevur tað verið skipað soleiðis,at skjúttarnir hava fingið stig fyri støður sínar í innleiðandi skjótingunum í hvørjari kapping.
Tórfinn Hansen, formaður í VágaSkoti, hevur latið ferðasteyp og heiðursmerki til Grand Prix-kappingarnar, og reglurnar fyri ferðasteypið eru soleiðis, at tann skjúttin vinnur tað til ognar, sum vinnur annaðhvørt tríggjar kappingar á rað ella fimm ferðir tilsamans.
Í recurce gjørdist Eggaba Andreasen úr VágaSkoti vinnari, meðan Absalon Hansen úr Tambum gjørdist nummar tvey og Hans Petur Højgaard úr Ørvi nummar trý. Og í compund vann Albert Dam úr Ørvi, meðan Jógvan Niclasen úr Tambum gjørdist nummar tvey og Magnus Andreassen úr Ørvi nummar trý.