Sørvágs kommuna hevur keypt 4.000 fermetrar til ídnaðarøkið Uppi á Hálsi Sørvágs kommuna hevur eitt stórt øki til ídnað oman fyri flogvøllin, og nú verður tað uppaftur størri.
Tað seinasta hálva árið hevur kommunan arbeitt við at byggibúgva ídnaðarøkið, sum er 20.000 m2 stórt, men eftirspurningurin hevur víst seg at vera so stórur, at kommunan hevur gjørt av at ogna sæe 4.000 m2 afturat.
Økið, sum kommunan nú hevur ognað sær afturat, verður gjørt byggibúgvið beinanvegin, skrivar joanisnielsen.fo