Íslendska hagstovan sigur nú, at búskaparvøksturin í Íslandi verður størri í ár, enn hon hevur mett fyrr. Hagstovan hevði mett, at vøksturin verður 2,4 prosent í ár, men sigur nú, at hann verður 2,6 prosent. Sambært hagstovuni fer tað at hava størri privata nýtslu og størri íløguhug við sær.
Inflasjónin verður eisini størri í ár enn fyrr hildið. Hagstovan sigur, at inflasjónin í ár verður 4,8 prosent og ikki 4,1 prosent sum mett. Men hóast veksandi inflasjón er keypiorkan hjá fólki vaksin tað seinasta árið, og tí verður roknað við veksandi privatari nýtslu.
Hagstovan boðar samstundis frá, at íslendski búskaparvøksturin var 3,1 prosent í fjør og ikki 2,6 prosent, sum tey seinastu tølini søgdu.