Stórreiðari burturfluttur

Grikski stórreiðarin og ríkmaðurin Pericles Panagopoulos var á veg til arbeiðis í Athen í gjár, tá tríggir vápnaðir menn við gekkaskorti steðgaðu honum og fóru av stað við honum. The Times skrivar, at burturflytararnir vilja 40 milliónir evrur ella næstan 300 milliónir krónur í loysigjaldi. Summir eygleiðarar í Athen halda, at burturflytingin kann vera politisk, og at tað er onkur víðgongdur bólkur á vinstravonginum, sum hevur burturflutt tann 74 ára gamla stórreiðaran. Men grikska løgreglan heldur, at talan er um vanligar brotsmenn, sum hava brúk fyri pengum.