Í hesum døgum venur ein víðagitin saxofonistur saman við jazzbólkinum Ivory. Venjingin fer fram í Gøtu og er fyrireiking til tríggjar framførslur, sum saxofonisturin John Purcell og Ivory fara at hava saman komandi dagarnar.
Tann fyrsta framførslan verður í kvøld í Losjuni í Gøtu, sum er blivið eitt tað mest blómandi tónleikaforumið í landinum.
Saxofonisturin John Purcell er amerikanari uppvaksin í New York. Hann starvast á California State University á deildini fyri tónlist, men hevur kortini so leysar teymar, at hann fær tíð til eitt sindur av hvørjum við síðuna av.
Og tað er ikki so lítið, John Purcell, hevur fingið av skafti. Hann spælir við á fleiri enn hálvtrýss tónleikaútgávum og ikki bara hjá hvørjum sum helst.
Millum tey, hann hevur hjálpt at innspæla fløgu, teljast Paul Simon og Bill Cosby, millum filmsleikstjórarnar hann hevur arbeitt fyri eru Francis Ford Coppola og Spike Lee, og hann hevur staðið á palli saman við millum øðrum Dizzy Gillespie, Stevie Wonder og David Sanborn.
Í kvøld spælir John Purcell saman við Ivory í Losjuni í Gøtu, har eisini Kári Sverrisson verður at hoyra.
Ivory til California
Tað var eitt sindur tilvildarligt, at John Purcell endaði í Føroyum fyri fyrstu ferð fyri lítlum ári síðan. Kristian Blak fekk ein eysturríksan tónleikabólk higar. Men ein av manningini gjørdist sjúkur, og fyri hann fekk bólkurin lokkað John Purcell við.
Hann gjørdist bergtikin av Føroyum, og játtaði at koma aftur í sambandi við Jazzfestivalin, ið byrjar í komandi viku. Har spælir hann eisini saman við unga føroyska jazzbólkinum Ivory.
Vegna California State University, har hann starvast hevur John Purcell tikið stig til eitt samstarv millum føroyskar tónleikarar og tveir tónleikarar á tónlistadeildini á universitetinum, sum eru við honum á ferðini til Føroya.
Ætlanin er at bólkurin Ivory skal við honum til California einaferð seinni.
Ivory, John Purcell og Kári Sverrisson fara á pallin í Losjuni í Gøtu í kvøld klokkan 21. Í annaðkvøld spæla Ivory og John Purcell í Meiarínum í Havn, og mikukvøldið spæla tey á Jazzfestivalinum.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið
Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.
Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....