Í fjør vóru stórmøtini hjá heimamisssónini í ítróttarhøllini í Runavík. Romain Zannou úr Benin var talari. Undirtøkan fyri møtunum í fjør var somikið góð, at Heimamissiónin roynir tað aftur á ár.
Møtini verða vikuskiftið 1.-3. september í ítróttarhøllini á Hálsi. Anfin Skaaheim, sum kemur at tala, hevur leingi virkað sum prædikumaður. Eitt tíðarskeið var hann aðalskrivari hjá Normission í Norra. Hann hevur eisini ferðast í ymsum londum og hildið møtir. Hann hevur verið og vitjað í Føroyum fyrr, har hann hevur havt møtir og bíbliuskeið.
Anfin hevur júst móttikið eina gullheiðusløn frá norska konginum fyri hansara trúgva arbeiði innan kirkju- og trúarlív í Norra. Hendan viðurkenningin vísir, at Anfin er ein høgt virdur prædikumaður í Norra.
Les meira um stórmøtini á www.mission.fo.