Stórmøti við afrikanskum talara

Komandi vikuskifti skipar Heimamissiónin fyri stórmøtum í Ítróttarhøllini í Runavík. Høvuðstalari verður Romain Zannou úr afrikanska landinum Benin. Kór og bólkar ymsastaðni úr landinum vera eisini við.

Runavík: Stórmøtini hjá Heimamissiónini byrja fríggjakvøldið 2. og enda sunnukvøldið 4. september. Fríggjakvøld og leygarkvøld vera møtini klokkan 19:30 og sunnukvøld klokkan 18:00.
Talari á møtunum verður Romain B. Zannou úr Benin. Hann hevur í nógv ár arbeitt sum prestur, og í dag er hann formaður í kirkjuni. Fleiri 100 prestar og onnur fólk starvast har.
Romain hevur sera gott samband við politikarar og stjórnina í landinum umframt í øðrum londum eisini. Hann virkar sum eitt slag av sendiharra fyri landið.
Romain hevur áður verið í Føroyum, har hann millum annað hevur havt fundir við landsstýrismenn, politikarar eins og handilsfólk.

Benin
Millum føroyingar er afrikanska landið Benin ikki serliga kent. Hetta franskttalandi landið við 6,5 milliónum íbúgvum er granni til Nigeria, Niger, Burkina Faso og Togo.
Hóast landið ikki er serliga kent í Føroyum, so verður tó sæð upp til tað av fleiri afrikanskum londum.
Ein av grundunum er, at landið var tað fyrsta í Afrika, ið byrjaði gongdina frá at vera eitt einaveldi til at gerast eitt demokratiskt land. Henda gongdin hevur gingið sera væl og friðarliga fyri seg. Í dag vera demokratisk val hildin í landinum, og har er trúar-, tali- og skrivifrælsi.

Tulkað
Hóast Romain ikki talar føroyskt, so verður eingin trupulleiki hjá fólki at skilja tað, ið sagt verður. Alt verður nevniliga tulkað til føroyskt.
Í sambandi við stórmøtini koma fleiri kór og einstaklingar ymsastaðni úr landinum at syngja: Taborkórið á Toftum syngur fríggjakvøld, Vox og Marjun & Kristina syngja leygarkvøld og Streingjakórið í KFUM & K í Klaksvík og Petur Hans & Thomas syngja sunnukvøld.

Samtala
Í sambandi við stórmøtini verða samtalu- og forbønarrúm, har tey, ið ynskja tað, kunnu leita.
Ein drekkamuður verður eisini at fáa hvørt kvøld, og sunnukvøldið verður eisini skipað fyri barnaansing. Eftir drekkamunnin verður eftirmøti við fríum vitnisburði. Fríggjakvøldið verður tó opið hús í missiónshúsinum á Toftum kl. 22.
Savnað verður inn á møtunum øll kvøldini.
Í Ítróttarhøllini vera eisini básar, sum lýsa arbeiðið hjá Heimamissiónini. Høvið verður eisini at keypa bøkur, fløgur og annað frá Heimamissiónsforlagnum (HMF).
Er ikki høvi hjá fólki at vera við á møtunum, so ber tó til at fáa meginpartin við. Rás 2 fer nevniliga at senda beinleiðis frá øllum trimum møtunum.