Eitt av stóru súkkluliðunum, Caisse d’Epargne, noyðist næsta ár at skifta navn, tí høvuðsstuðulin við sama navni tá gevst at stuðla liðnum. Í løtuni er størsta stjørnan á liðnum, spanski súkklarin, Alejandro Valverde, miðdepil í einum dopingmáli, men Caisse d’Epargne vil ikki siga, um tað er orsøkin til uppsagda sáttmálan. Í staðin fer bankin nú at stuðla fronsk OL-lið í Vancouver og London.