Skotar, sum ikki høvdu lurtað eftir veðurtíðindunum, fingu ein hvøkk, tá teir hugdu út fyri dyr í morgun, tí í nátt kom rættiliga nógvur kavi niður nógvastaðni í Skotlandi. Tað var eisini rættiliga kalt, og á hálandinum frysti fimm stig í nátt.
Tað er annars ikki kuldi, sum hevur merkt tað skotska veðrið í seinastuni, heldur tvørturímóti. Fyri nøkrum døgum síðani vóru 23,6 stig í Ayboyne, og so heitt hevur tað ongantíð verið í Skotlandi í mars, síðani hitamátingarnar byrjaðu.
Lágtrýstið, sum hevur givið skotum kavan, fer suðureftir og hevur kava við sær til onglendingar, norðurírar og walisar.