Stórkavi í Beijing

Tað hevur kavað so illa í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing, at har er stórkavi, og sambært tíðindastovunum er kavin komin óvart á myndugleikar og onnur, tí vanliga plagar tað ikki at kava har fyrr enn fyrst í desember.

Tíðindastovan Xinhua skrivar, at hetta er fyrstu ferð síðani 1951, at tað hevur verið so nógvur kavi í høvuðsstaðnum. Sagt verður, at fleiri tok standa still, og at bilferðslan er nógv darvað av kavanum.

Kinesisku veðurmenninir siga frá kavaroki á Beijing-leiðini tað næsta samdøgrið.