Ikki kann sigast annað enn at vit eiga nógvir góðir fimleikarar, tað upplivdu vit, sum vórðu til rútmisku Stórkappingina í vikuskiftinum.
Leygardagin kappaðust gentur og kvinnur í einari frí íðkan og eini amboðs íðkan, liðini vóru sera jøvn. Sunnudagin kappaðust pinkur og smágentur. Pinkurnar høvdu bara frí íðkan og smágentur høvdu frí íðkan og amboðs íðkan.
Nógvir áskoðarar vóru og hugdu, og til kappingina sunnudagin blivu eyka sitipláss uppsett.
Kappingarnar eydnaðist sera væl.
Heiðismerkir blivu givin bæði til frí og amboðs íðkanina, og steyp givin til mest samanløgdu stig.
Bæði leygardagin og sunnudagin hendi tað, at lið fingu líka nógv stig, og til kappingina sunnudagin hendi tað, sum Fimleikasambandi ikki veit at siga er hent áður, at 2 lið fingu líka nógv samanløgd stig. Tað var sera spennandi kapping og sjálvandi var frøðin stór, bæði á fimleikarum og áskoðarum.
Stórkappingin var minnisrík hesuferð.
Úrslitini hjá pinkunum
Fríð íðkan
Ljósið 18.00 stig
Havnar Fimleikafelag17,15 stig
Støkk16,40 stig
Flog 16,25 stig
Føroyameistarar hjá pinkunum gjørdis Ljósið við 18 stigum.
Úrslitini hjá smágentum
Fríð íðkan Amboðs samanlagt
bóltar
Havnar Fimleikafelag18,10 stig17,15 stig 35,25 stig
Ljósið 217,90 stig17,35 stig 35,25 stig
Ljósið 117,45 stig16,85 stig 34,30 stig
Støkk17,20 stig16,85 stig 34,05 stig
Flog16,40 stig15,75 stig 32,15 stig
Føroyameistari gjørdist bæði Havnar Fimleikafelag og Ljósið 2 við 35,25 stigum.
Úrslitini hjá gentum
Frí íðkanAmboð! samanlagt
gjarðar
Støkk 18,0 stig17,2 stig 35,2 stig
Havnar Fimleikafelag17,9 stig17,6 stig 35,5 stig
Ljósið 17,75 stig17,6 stig 35,35 stig
Flog 15,85 stig14,55 stig 30,4 stig
Føroyameistarar gjørdist Havnar Fimleikafelag við 35,5 stigum
Úrslitini hjá kvinnunum
Frí íðkanAmboð samanlagt
Bóltar
Havnar Fimleikafelag 18,1 stig17,65 stig 35,75 stig
Støkk 17,9 stig17,0 stig 34,9 stig
Ljósið 17,75 stig16,5 stig 34,25 stig
Føroyameistari hjá kvinnunum gjørdist eisini Havnar Fimleikafelag við 35,75 stigum, og verður tað tær sum skulu til Danmarks meistaraskapi fyrst í maj mánaði, sum gestalið. Spennandi verður at vita, hvussu tær fara at klára seg har.
Fimleikasambandi fegnast um, at tað eydnaðist Klaksvíkar fimleikafelag at verða við tveimum gestaliðum, og vónar at síggja tey við til kappingarnar í næstum.