Stórkappingin 2004

Árliga stórkappingin í svimjing verður um vikuskiftið hildin í Klaksvík og Leirvík

svimjing

Luttøkan verður stór, íalt 150 svimjarar úr øllum landinum, og er hetta kappingin hesumegin jól ið svimjararnir hava sæð fram til, so roknast kann við eini sera spennandi kapping.
Svimjararnir koma úr Tvøroyrar Svimjifelag, Vágs Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Flot, Skeggjar, Reki, Fuglafjarðar Svimjifelag og Ægir.
Henda kapping er býtt øðrvísi upp enn vit vanliga gera í Føroyum, kappingin er býtt upp eftir norðurlendskum høpi, hesir aldursbólkar kunnu luttaka:
Kvinnur: Bólk 2 árg 93-95, Bólk 1 árg 91-92, Junior árg 89-90, Senior árg 88 og eldri.
Menn: Bólk 2 árg 91-93, Bólk 1 árg 89-90, Junior árg 87-88, Senior árg 86 og eldri.
Tað verða 46 kappingar svomnar í hvørjum bólki, so hetta er ein nógv størri kapping enn vit eru von við í Føroyum, íalt verða 1400 startir.
Kappingin byrjar kl. 16 fríggjadagin í Klaksvík, har allir 150 svimjararnir koma at kappast.
Leygardagin veðrr kappast í Leirvík og Klaksvík fyrra part, og síðan koma øll tey ið kvalisera seg í finalurnar at kappast í Klaksvík seinnapartin.
Í finalurnar koma seks tey bestu úr hvørjari kappingí í teim styttru teinunum frá fyrrapartinum.
Leygar- og sunnumorgunin byrja kappingarnar kl. 08:30 og svomið verður út móti middegi.
Finalurnar leygardagin byrja Kl. 16 í Klaksvík, og sunnudagin verður byrja kl. 15 í Klaksvík.
Í øllum kappingunum verða heiðursmerkir latin til svimjararnar ið blíva nr. 1-2-3