Stýrisskipanin í stríð við seg sjálva

Samstundis, sum stýrisskipanarlógin geur løgmanni treytaleyst vald at skipa landsstýri og seta landsstýrismenn, tekur hon í aðrari grein sama vald frá aftur løgmanni

John Johannessen


Stýrisskipanarlógin er so mikið í stríð við seg sjálva, at hon í ávísum førum tekur treytaleysa valdið frá løgmanni.

Hetta eru løgmaður og løgfrøðisligu ráðgevar hansara samdir um. Teir vísa á, at partur av stýriskipanini gevur løgmanni treytaleyst vald yvir landsstýrinum, meðan annar partur tekur hetta vald frá aftur løgmanni.

Trupulleikin er komin fram, nú løgmaður skuldi tilnevna Tórbjørn Jacobsen sum nýggjan landsstýrismann, men tó ikki fekk sett hann, tí fíggarlig játtan fekst ikki frá fíggjarnevnd løgtingsins.

Stýrisskipanin gevur nevniliga løgmanni í einum føri treytaleyst vald til at skipa landsstýrið, sum hann vil. Men í øðrum føri sigur hon, at eingin útreiðsla ? heldur ikki løn til landsstýrismann ? má verða goldin uttan løgtingsheimild.


Stríð millum greinarnar

Tað eru grein 27 og grein 43 í stýrisskipanarlógini, sum stríða ímóti hvørjari aðrari.

Grein 27, stykki 2, gevur løgmanni treytaleyst vald yvir landsstýrinum, meðan grein 43, stykki 2, tekur hetta vald frá aftur løgmanni.

Í grein 27, stykki 2, í stýrisskipanarlógini stendur, at tað er løgmaður, sum ásetur, hvussu nógvir landsstýrismenn skulu vera í landsstýrinum. Og eisini er tað løgmaður, sum tilnevnir landsstýrismenninar.

Men hin greinin, nevniliga grein 43, stykki 2, sigur, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan so, at heimild er fyri henni í galdandi fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, tá ávíst verður.

Tískil kann løgmaður, sambært grein 43, stykki 2, ikki seta nýggjan landsstýrismann, um ikki játtan frammanundan fyriliggur frá løgtinginum.


Lógin ikki eftirfarandi

Løgmaður og ráðgevar hansara eru í hesum føri samdir um, at útgreiningin av játtanarskipanini í stýrisskipanarlógini ikki er eftirfarandi.

? Stýrisskipanin sigur heilt greitt, at løgmaður hevur treytaleyst vald at skipa landsstýrið, sum honum lystir. Tí kann tað ikki vera rætt, at tað kortini er løgtingið, sum í seinasta enda tekur avgerðina, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg vísir á, at løgmaður eisini hevur fullan rætt at senda tingið heim og skriva út nýval. Men sambært játtanarlógini, er hann fyrst noyddur at biðja tingið um eykajáttan til nývalið.

? Hetta, síggja vit, hongur ikki saman. Tað kann ikki vera rætt, at løgmaður skal biðja tingið um eykajáttan, ætlar hann at skriva út nýval. Játtanarlógin er als ikki eftirfarandi á hesum øki, vísir Anfinn Kallsberg á.


Brýtur tríbýtta valdið

Løgmaður vísir á, at valdi í Føroyum er tríbýtt. Vit hava eitt dómsvald, eitt lóggevandi vald og eitt útinnandi vald.

Tað kann henda, at tað dømandi valdið dømir útinnandi valdið til at rinda ein bót ella eitt endurgjald. Tá hevur landsstýrið sjálvsagt skyldu til at rinda endurgjaldið.

Men sambært løgmanni kann landsstýrið sambært grein 43, stykki 3, ikki rinda bótina ella endugjaldið, fyrr enn løgtingið ella fíggjarnevnd løgtingsins hevur játtað landsstýrinum neyðuga peningin.

Løgmaður vísir á, at um peningur til slíkt endugjald ikki verður játtaður, brýtur landsstýrið treytaleysa valdið hjá dómstólinum.

Í donskum stjórnarrættarligum bókmentum er semja um, at ein ráðharri kann rinda eina upphædd, sum staturin er dømdur at gjalda, uttan frammanundan at tryggja sær játtan til endamálið, og er hetta grundgivið við valdsbýtinum í grein 3 í donsku grundlógini.


Vil hava greiðar linjur

Løgfrøðingarnir í Tinganesi halda heilt greitt, at tann parturin í stýrisskipanarlógini, ið gevur løgmanni treytaleyst vald, er tann parturin, ið vigar tyngst.

Men kortini vil løgmaður ikki tilnevna Tórbjørn Jacobsen sum nýggjan landsstýrismann, fyrr enn hann hevur fingið somu tilsøgn frá formansskapi løgtingsins, løgtingsgrannskoðaranum og landsstýrismálanevndini.

? Eg vil ikki, at hetta mál á nakran hátt skal kunna nýtast til at fella meg. Tí vil eg hava púra greiðar linjur, áðrenn eg geri nakað sum helst, sigur løgmaður.r, tí at hann hevur kunnað smittað. Á sjúkrahúsinum hevur hann fingið heilivág, og sambært læknunum er eingin smittuvandi eftir at tann sjúki hevur fingið heilivág í 14 dagar, sigur Linda Guttesen

Fyri einari viku síðan, tá fullkomulig vissa var fyri, at hann ikki kundi smitta longur, varð Xiaobin Zhang útskrivaður, og týsdagin stóð hann aftur í kinesiska køkinum á Nan-Tong.