Stýrisskipanarlógin og fullveldi

Oddagrein

 

Tá vit fáa fullveldi verður stýrisskipanarlógin automatiskt burtur, og tí nýtast vit ikki at fylgja henni. Hetta var parolan hjá fullveldismonnum við Høgna Hoydal á odda, tá teir settu fullveldi sum tað einasta á dagsskránna.


Tað er væl skilligt, at teir ynskja hetta at verða so, tí ein og hvør størri broyting krevur, at tvey løgting skulu samtykkja hesa broyting undir stýrisskipanarlógini. Hetta er sjálvsagt eitt sindur óheppið fyri eina samgongu, ið ikki hevur megnað at fingið eina breiða semju í nøkrum máli og ongan meiriluta hevur aftan fyri seg. Nú er argumentið, at tá vit fáa fullveldi, fellir stýrisskipanarlógin burtur frammanundan nakað tunt, men ikki ger tað støðuna betri hjá fortalarunum fyri at loypa stýrisskipanarlógina um, at nú verður einki fullveldi fyribils. Hetta merkir, at óansæð hvat Høgni Hoydal ætlar sær við Grundlóg og øðrum, so má hann gjøgnum tvey løgting.


Tjóðveldisflokkurin tykist ikki góðtaka omanfyristandandi. Hann hevur altíð verið við, at óansæð hvat teir snikka saman, so kann ein fólkaatkvøða rættvísgera tað. Nú er tað soleiðis at fólkaatkvøður í Føroyum ikki eru bindandi, og harafturat er stýrisskipanarlógin samtykt av tveimum løgtingum, og tí skal ein og hvør grundlóg e.l. ígjøgnum tvey løgting, um Tjóðveldismenn vilja tað ella ikki.


Tað ber ikki til, sum fullveldisfortalarar hava hug at gera, at pilka petti burturúr stýrisskipanarlógini og fylgja tí man dámar og loypa tað um, ið man ikki dámar. Ein løgtingssamtykt kemur ongantíð at standa omanfyri Stýrisskipanarlógini.


Tað er í veruleikanum einki minni enn eitt misálit á seg sjálvan, tá samgongan ikki torir at broyta eftir stýrisskipanarlógini, nú tá ið fullveldið er útsett, tí var hon vís í fólksins undirtøku, so var eingin trupulleiki við at varðveita meirilutan eftir næsta val.