Stýrisskipanarlógin er brotin

Tað er brot á Stýrisskipanarlógina at útgjalda lønir uttan lógarheimild, sigur løgtingsmaður. Tingmaðurin tvætlar, svarar landsstýrismaðurin við fíggjarmálum


 

Eykajáttan


Uppskotið um eykajáttanarlóg fyri november 2001 varð lagt fram so seint, at ivasamt er, um tað fær gildi, áðrenn tað fer úr gildi aftur, sigur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður.

Hatta er tvætl, svarar Karsten Hansen landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið. Vilhelm Johannesen veit betri, enn hann letst, og vil bara spæla hund.

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, vísir á, at eftir tingskipanini kann uppskotið um eykajáttanarlóg, eftir sum tað varð lagt fram, í fyrsta lagi verða samtykt leygardagin 22. december. So er spurnignurin, um tingformaðurin fer at kalla tingið saman leygardagin fyri jól.

Um so er, ella um frávik verður givið, soleiðis at tað verður avgreitt áðrenn, kann tað góðkennast í landsstýrinum og síðan lýsast í Kunngerðarblaðnum, sum helst verður leygardagin 29. december.

Vanligt er so, at lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er samtykt. Tað vil siga sunnudagin 30. december. Eftir er so mánadagurin 31. december, sum landsstýrismaðurin so hevur til at avgreiða allar tær útgjaldingar, sum gerast skulu. Hetta tí, at eykajáttanarlógin er bara galdandi í tí fíggjarári, hon er gjørd. Tað vil siga, at hon fer úr gildi, samstundis sum fíggjarárið endar 31.december.


Heimildarloysi

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, metir, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur brotið Stýrisskipanarlógina og arbeitt í heimildarloysi, tá hann hevur goldið lønir úr landskasanum, uttan at játtan er givin av Løgtinginum.

Vilhelm Johannesen vísir á, at talan er um at gjalda út tær lønarhækkingar, sum komnar eru í samband við sáttmálasamráðingarnar, sum hava verið í ár. Tað vil siga eftir, at verandi fíggjarlóg varð samtykt.

Eitt nú vóru sáttmálar undirskrivaðir í vár, og kundi landstýrismaðurin longu tá lagt fyri tingið uppskot um eykajáttanarlóg. Men tað gjørdi hann ikki, vísir Vilhelm Johanensen á. Síðan var møguleikin á ólavsøku, men har kom heldur einki tá.

Ikki fyrr enn nú, árið er farið, kemur uppskotið frá landsstýrismanninum, sigur Vilhelm Johannesen. Men nú hevur landsstýrismaðurin alla hesa tíðina goldið út í stríð við Stýrisskipanarlógina sum sigur, at: »Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.«

Sum minniluti í Fíggjarnevndini átalar Vilhelm Johanensen harðliga hesa mannagongd og spyr, um Løgtingið kann lata slíkt ganga, ella um nevin nú verður sligin í borðið, og tingið letur hetta fáa avleiðingar fyri landstýrismannin.


Tvætl

Karsten Hansen, landstýrismðaur við fíggjarmálum, vísir at finningunum frá Vilhelmi Johannesen aftur sum tvætl og spæl fyri gallarínum.

?Vilhelm Johannesen liggur bara og saboterar arbeiðið, vit royna at gera fyri at byggja hetta landið upp, sigur hann.

Hann heldur uppá, at hendan viðmerkingin er tann sama, sum Vilhelm Johannesen eisini hevði, tá eykajáttanarlógin kom í fjør.

Um tað, sum Vilhelm Johannesen sigur um heimildarloysi, sigur Karsten Hansen, at hann er tann fyrsti landsstýrismaðurin, sum yvirhøvur kemur í Løgtingið við slíkum útreiðslum. Fyrr hava tær bara verið avgreiddar, tí tað er mest praktiskt at gera tað so. Eisini í ár hava lønarhækkingar verið útgoldnar av praktiskum orsøkum.

Tann seinasti sáttmálin er ikki gjørdur fyrr enn nú fyri heilt stuttum, og altenativið hevði annars verið at latið fólk gingið við ongari lønarhækking, til tingið einaferð kom saman aftur.

Men tað veit Vilhelm Joannesen alt um, vísir Karsten Hansen á, og tekur uppaftur, at Vilhelm bara spælir hund.

?Avgerðin um at gera tað soleiðis og samla alt upp í eini seinastu eykajáttanarlóg nú, er langt síðan avtalað í samgonguni, og einki óvanligt er í hesum, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum.